Um okkum

Klaksvíkar ItróttarDepil umfatar tríggjar hallir. Tvær ítróttarhallir, og eina svimjihøll. Virksemið í ítróttarhallunum er eina fyrst og fremst venjingar, og heimadystir hjá feløgum sum hoyra undir Klaksvíkar Kommunu. Ítróttarhallirnar verða eisini leigaðar út til ymisk tiltøk sum, messur, konsertir, fundir, veitslur, sjónleik, festivalar, kappingar o.m.a. Ítróttarhallirnar eru nýliga bygdar saman, og gevur hetta møguleika, at tvinna virksemið saman, til størri tiltøk og kappingar.

 

Kí-høllin

 

Er høllin sum bleiv fyrst bygd, hon var tikin í nýtslu í 1969. KÍ-høllin hýsir venjingum hjá hondbóltsfelagnum Stjørnan og Klaksvíkar Fimleikarfelag. Fótbóltsfelagið KÍ, hevur síni skiftingarhølir og fundarhølir í KÍ-høllini. Íðka-fitness, er í norðurendanum á KÍ-høllini. Ein kann gerast limur í Íðka, við møguleikanum at styrkivenja og motiónsvenja. Umframt hetta verður høllin mest leiga út til innandura fótbólt, eins onnur tiltøk.

 

Badmintonhøllin

 

Bleiv bleiv tikin í nýtslu í árinum 2005.  Badmintonhøllin hýsir venjingum hjá Klaksvíkar Badmintonfelag, Team Klaksvík, Mjølnir og Treysti. Umframt hetta verður høllin leiga út til innandura fótbólt, badminton o.m.a.

 

Svimjihøllin

 

Bleiv liðugt gjørd í desembur 1974 og fyrstu ferð tikin í nýtslu januar 1975. Svimjihøllin er opin fyri allmennari svimjing frá týsdegi til sunnudag. Svimjifelagið Ægir hevur sínar dagligu venjingar har. Svimjihøllin hevur tríggjar hyljar, ein 25 metra kappingarhyl, ein heittvatnshyl og eitt baðiland. Baðilandi hevur tveir fossar, tríggjar vatnkanónir, bobluøkið og ein 43 metra langan rutshubana. Umframt hetta hevur svimjihøllin sauna, heilsuklivar og kiosk. Svimjihøllin stendur fyri nýgerð í løtuni, og framyvir verður virksemið økt við enn fleiri tilboðum.

 

Í ítróttardeplinum starvast 5 føst fólk umframt 6 avloysarar. Ein leigari, ein hallarvørur, tveir lívbjargarar og seks avloysarar, sum ganga uppa skift í svimjihøllini, og eitt vaskifólk í ítróttarhallunum.

 

powered